top of page
external-file_edited.jpg

Model 33

Carl Edward Matthes

Sniðgev tín egna stól, eftir júst tínum ynski!

matthesweb4_pixian_ai.png

Eik, Bók ella Valnøt

Oliera, sápa ella lakkera

Toy úr besta kvaliteti

Vel ímillum úrvælið hjá t.d
Kvadrat, Gabriel og Camira

Heimsklassa ekta leður

Model 33 Walnut Hallingdal

Model 33 - Tilboðs fyrispurningur

Hvussu sær dreyma stólurin út?
Eik - Toy
Valnøt - Toy
Eik - Leður
Valnøt - Leður
Eik - Lambsskinn
Valnøt - Lambsskinn

Næstan øll toy frá Kvadrat og Gabriel kunnu fáast.

Leðri er Svart, frá SAVANNE® (aðrir litir +12%)

Skinn frá fæst í Oyster, Brown og Black

Model 33

Carl Edward Matthes

Søgan

Carl Edward Matthes sá teir nýggju møguleikarnar, sum form-spent finer kundi bjóða. Við hesari nýggju tøknini kundi hann skapa hetta serstaka sniði við nærum perfektu sitikomfort og handverks góðsku.

 

Í einum 15 ára tíðarskeiði frá 1952 varð stólurin framleiddur í yvir 10.000 eintøkum á Matthes Polstermøbelfabrik í Løgten, Danmark.

Hetta Jubileumsmodellið er hækkað 3 cm í sitihæddini fyri at hóska betur til tíðina.


Í eitt avmarkað tíðarskeið var stólurin bólstraður á gamla verkstaðnum hjá C. E. Matthes í Løgten av soninum Bjørn Matthes, sum byrjaði sum møblapolstraralærlingur í 1959. Bjørn var við til at framleiða upprunaliga stólin í 50-unum og 60-unum og yvirtók seinni felag frá pápa sínum.

 

Formspentu lutinir eru í dag framleiddir av Hudevad Furniture, stellið er framleitt av Findahls Møbelfabrik í Skærbæk. Armleni eru hondgjørd av sniðkarmeistara Henrik Meinhardt og skúmi er framleitt í Danmark og skorið til hjá Claudius Foam. Miðað verður eftir, at alt tilfar er danskt framleitt og umhvørvisgóðkent.

bottom of page