top of page

Neyðugt at vita tá tú skal velja toy til møblar!

Sep 23, 2024

2 min read

0

188

0


Hvat er Martindale
Hvat er Martindale



Um tit hava roynt at hugt eftir nýggjari sofu ella stóli, so hava tit heilt sikkurt hoyrt okkurt sølufólk tosa um Martindale stigan og hvussu tey vita akkurát hvat tú skal hava! Í Føroyum siga tó ofta bert "slitstyrkin", tí tað kann ofta blíva í so teknist at tosa um Martindale hettar og hattar.


Men í hesari greinini fari eg at greiða frá hvat Martindale og onnur teknisk hugtøk merkja, og hví tað er gott at vita. Og sum eitt bonus, eftir at hava lisi hesa greinina, so er tú til reiðar at tala at um okkurt sølufólk ikki er heilt erligt. Um ikki annað, so kann tú referera til hetta næstuferð tú skal velja toy.


Martindale:


Sum áðurnevnt "slitstyrki", og hendigaferð eisini "abrasion resistance".

Martindale stigin verður nýttur til at áseta slitstyrkina á einum toyi.


Hetta verur gjørt við at gnýggja toyi við einum ull klúti ella annað.

Hetta ger man við at montera toyi flatt í einari maskinu sum førir klútin yvir toyi í einum "8" skapi. Síðan telur man hvussu nógv "gnýggj" krevst til tú sært at toyið niplar, hevur slit ella træðrarnir slitna.


So kann ein kanska undrast yvir hví hetta er neyðugt at vita. Toy skal bara vera pent, ikki so? .. Nei, tíverri.. Toy verur framleitt við einum (ella fleiri) endamálið í huga.

Møbla toy hevur eina Martindale á minimum 10-15.000 gnýggj. Alt undir hetta verur ikki rokna sum toy ætla møblum.


Niðanfyri er ein vegleiðandi tabel:



ree


Pilling (Nipla):


Fyri at kannað fyri nipling verur sama maskinan til Martindale brúkt.

Tó verur toyi í hesari kanningini gnýggja ímóti sær sjálvum.


Her telur man tó ikki, men gevur ein karakter frá 1 til 5, eftir at hava gnýggja ávíkavist 500, 1.000, 2.000, 5.000 ferðir.


5 • Eingin broyting


4 • Lítið sindur av nipling


3 • Nipling ymsum støddum. Skiftandi tættheit og sjónligt yvir partar av toyðnum


2 • Nipling í fleiri støddum. Tætt og sjónligt yvir stóran part av toyðnum


1 • Svert nipla. Dekkar alla toy yvirflatuna



Lightfastness:


Hetta er ein merking sum vísur á hvussu væl toyi heldur sín lit undir sólarljósið, eisini kalla UV stráling.

Her gongur stigin frá 1 - 8. Jú hægri tal, betur heldur tað.


Flest møbla toy til innibrúk hava ein miðal karakter á 3-4. Toy til útibrúkt hevur ofta hægri karakter, tí tað stendur í beinleiðis UV stráling allan dagin.


So næstuferð tú hyggur eftir møbla toy, so kann tú lættari taka avgerð um hvat toy hóskar seg til tín.

Hevur tú funni eitt super lekkurt toy at koyra á tín lenistól sum prýðir eitt hjørn í stovuni, so vildu summi sagt at man skal hava so nógv Martindale sum gjørligt. Í tí førum er als ikki neyðugt við 100.000 Martindale. Nei, hatta lekkra bleyta toyi við 20.000 er ivaleyst.


Um tú hevur dreymar at umpolstra tín møbil so trýst á knøttin niðanfyri og fá eina ókeypis

óbindandi

kostnaðarmeting!




Sep 23, 2024

2 min read

0

188

0

Related Posts

Comments

Share Your ThoughtsBe the first to write a comment.
bottom of page